Ítróttur

Leigusáttmáli undirskrivaður við Tjarnir

Í morgin letur stórhøllin við Tjarnir upp fyri almenninginum. Møguleiki verður at vitja millum kl. 11.00 og 17.00. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast har, og í gjár var leigusáttmálin undirskrivaður.

2025-02-14 15:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, hittust við Tjarnir í gjár, har leigusáttmálin var undirskrivaður.

Nógvir smálutir eru at fáa greiði á í einum tílíkum sáttmála, men fegnast báðir partar, at nú er komið á mál. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast við Tjarnir og koma flestu stóru tiltøkini hjá HSF at vera við Tjarnir, herundir steypafinalur og landsdystir. Fyrstu tiltøkini hjá HSF verða steypafinalurnar hjá børnum og vaksnum dagarnar 21. – 23. februar og síðani EM-endankappingardysturin hjá monnummikudagin 12. mars millum Føroyar og Niðurlond.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder