Limir í Starvsfelagnum vóru í kanningini um happing spurdir um samanhaldið á arbeiðsplássinum, virðing frá leiðsluni, illvilja frá persónum á arbeiðsplássinum og kunning á arbeiðsplássinum um týðandi viðurskifti og broytingar. Hesir spurningar eru settir fyri at fáa limirnar, sum svaraðu spurningunum, at seta orð á arbeiðsumhvørvi og mentanin á teirra arbeiðsplássi.
Svarini hjá limunum vísa m.a., at fimti hvør limur upplivir illvilja frá øðrum á arbeiðsplássinum, og at 12% av limum kenna seg ikki virdan av leiðsluni og 17% fáa ikki kunning um týðandi broytingar.
Úrslitini geva eina ábending um eina ósunna mentan á nógvum arbeiðsplássum og samsvara við tølini um happing í somu kanning, sum vísa, at fimti hvør limur hevur verið fyri happing seinasta árið.
Samanhaldið manglar hjá fleiri
Útvið ein triðingur av limum siga, at tað í sera lítlan, lítlan ella ávísan mun er samanhald millum seg og starvsfelagar. Av hesum søgdu 1%, at tað í sera lítlan mun er samanhald, 4% í lítlan mun og 25% søgdu, at tað í ávísan mun er samanhald millum seg og starvsfelagar.
Meginparturin – 70% samanlagt – sigur, at tað í stóran ella sera stóran mun er samanhald millum seg sjálvan og starvsfelagarnar.
Menn kenna seg virdan í størri mun enn kvinnur
Til spurningin um limir verða virdir av leiðsluni, svaraðu samanlagt 12%, at tey í sera lítlan ella lítlan mun verða vird. 26% svaraðu, at tey í ávísan mun verða vird av leiðsluni, meðan samanlagt 62% søgdu seg verða virdan í stóran ella sera stóran mun. Av teimum, sum svaraðu, kenna 66% av monnunum seg í stóran ella sera stóran mun verða virdan av leiðsluni, meðan 61% av kvinnunum hava svarað hetta sama.
Eins og við tølunum við happing, sæst munur á tølunum millum sáttmálaøkini hjá Starvsfelagnum. Á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum (FMR) hava 57% svarað, at tey verða vird í stóran ella sera stóran mun, men somu svar hjá teimum á sáttmálaøkinum hjá Kommunala Arbeiðsgevararfelag (KAF) og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) vísa ávikavist 69% og 73%. Harvið síggja vit, at starvsfólk hjá landinum (FMR) kenna seg ikki vird í sama mun sum hjá kommununum (KAF) og almennu partafeløgunum (FAG).
Hesi tølini samsvara væl við tølini við happing, har fleiri á sáttmálaøkinum hjá FMR søgdu seg hava verið fyri happing enn hjá KAF og FAG. 23% av teimum á sáttmálaøkinum hjá FMR hava verið fyri happing, meðan tølini fyri KAF og FAG vóru ávikavist 17% og 10%.
Fáa ikki kunning um týðandi broytingar
Til spurningin um kunning, svara 17% av limunum, at tey ikki verða kunnað á arbeiðsplássinum um neyðug viðurskifti og broytingar, sum hava týdning fyri tey. 3% siga seg als ikki verða kunnað, 5% í sera lítlan mun og 9% í lítlan mun. Eisini á hesum økinum eru tølini ymisk á ymisku sáttmálaøkjunum; 50% av teimum á sáttmálaøkinum hjá FMR siga seg í stóran ella sera stóran mun verða kunnað, meðan tølini hjá KAF og FAG eru ávikavist 52% og 58%.
Fimti hvør upplivir illvilja
Fimti hvør limur svaraði, at tey hava verið í samband við persónar á arbeiðsplássinum, sum vísa illvilja yvir fyri teimum. 3% svaraðu, at tey eru í sera stóran mun í samband við persónar, sum vísa illvilja, meðan 4% svaraðu í stóran mun og 13% í ávísan mun. Hini 80% svaraðu, at tey als ikki, í sera lítlan mun ella í lítlan mun eru í samband við persónar á arbeiðsplássinum, sum vísa illvilja yvir fyri teimum. Í hesum spurninginum eru tey fleiri á sáttmálaøkinum hjá KAF (23%), sum uppliva illvilja enn á sáttmálaøkinum hjá FMR (19%) og FAG (14%).
Arbeiðsumhvørvið og mentanin hava alt at siga
- Soleiðis sum vit skilja happing í dag, eru tað viðurskiftini rundanum og millum starvsfólkini og arbeiðsmentanin á staðnum, sum viðvirka og elva til happing. Soleiðis greiðir Katrin av Kák frá, sum er sálarfrøðingur og hevur verið við til at gjørt kanningina um happing fyri Starvsfelagið.
- Hesir spurningarnir verða settir fyri at kanna mentanina á staðnum. Har leiðslan hevur gott samband við, hevur álit á og vísir virðing fyri starvsfólkunum, ávirkar tað sambandið millum starvsfelagarnar og harvið arbeiðsumhvørvið á góðan hátt og tað fyribyrgir happing, sigur Katrin víðari.
- Til dømis verður spurt, um limir hava samband við persónar, sum vísa illvilja yvir fyri teimum. Um tað verður góðtikið at vísa illvilja mótvegis øðrum á arbeiðsplassingum, kann tað vera tekin um eina ósunna mentan á staðnum. Hetta kann viðvirka og elva til happing, sigur Katrin av Kák.
Leiðslan má taka hetta í álvara
- Eitt sunt og gott arbeiðsumhvørvi er altavgerandi fyri at fyribyrgja happing á arbeiðsplássinum. Hetta hevur leiðslan ábyrgd av og kann eisini vísa í verki, at tey ynskja eitt gott arbeiðsumhvørvi fyri síni starvsfólk. Men kanningin staðfestir, at tað eru alt ov nógvar leiðslur, sum ikki megna hesa uppgávuna, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
- Higartil hava vit einki hoyrt frá arbeiðsgevaranum og sáttmálapørtum um hesi úrslitini, sum kanningin vísir. Hetta eru jú sera álvarslig úrslit, sum kanningin vísir, og leiðslurnar eiga at gera okkurt við tað, sigur Súni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald