
Knøpp 8000 fólk tóku sær eina løtu úr kalendaranum og fóru biltúr niðan at síggja høllina.
- 8000 fólk! Tað kom okkum púrasta dátt við! Vit ovurfegnast um stóru undirtøkuna. Og alt gekk upp á stás! Vit sóu bæði børn og foreldur hugna sær á gólvinum allan dagin, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.
Dagurin byrjaði við takkarorðum og brúsandi løgi, og síðan fekk leiðslan handað blómutyssi – og ikki minst lyklatyssi – til nýggju høllina.
- Í morgun trinu vit inn í nýggj kontór og harvið nýggjan kapittul. Enn eru tó onkrir snøklar eftir. Eitt nú er nýggja heimasíðan á gáttini, sigur Regin.
Gerandisdagurin byrjar tó longu at taka skap. Telefonirnar kima í heilum, og fólk úr øllum landinum senda fyrispurningar um at leiga høli til ymisk endamál so sum fund og føðingardag.
- Eg fari at nýta høvið til at takka øllum, sum gjørdu dagin serligan. Vit gleða okkum til komandi tíðina, sigur Regin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald