Vinna

Leiðbeiningin á Landssjúkrahúsinum flytur fyribils

Vegna umvælingar á Landssjúkrahúsinum flytur Leiðbeiningin fyribils í onnur høli gerandisdagar millum 8 og 16. Eisini vaktsentralurin fer í onnur høli í eina tíð.

2022-12-16 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Leiðbeiningin flytur í E-bygningin, sum er svarta barakkin á J.C. Svabosgøtu beint yvirav høvuðsinngongdini. Aftaná klokkan 16 gerandisdagar og allar tímar í vikuskiftunum verður leiðbeiningin í forhøllini, sum vanligt.  Gjørt verður burtur úr at skelta, so sjúklingar, avvarðandi og onnur, sum hava ørindi á Landssjúkrahúsinum, verða víst á rætta stað, tá ið tey skulu í Leiðbeiningina.

Vaktsentralurin flytur fyribils niðan í niðastu hædd á Eiragarði 2.

Tá umbygging er liðug seinni í vetur flyta Leiðbeiningin og Vaktsentralurin aftur inn í forhøllina við høvuðsinngongdina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder