
Fyri at framtíðartryggja eitt nøktandi klubbtilboð, sum er fyribyrgjandi, mennandi, spennandi, skapandi, stuttligt, fjølbroytt og sum samstundis skal megna at rúma ymiskleikanum, har trivnaður er í hásæti, verður søkt eftir einum leiðara í fast starv.
Ert tú ein týðiligur og eldhugaður leiðari, sum brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum, og ein leiðari sum dugir at mynda ein fjølbroyttan gerandisdag við tryggleika og góðum relatiónum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Virkishúsið við Ánna er eitt klubbtilboð fyri børn og ung frá 3. flokki til og við 17 ár. Tilboðið er ókeypis og væl vitja.
Tilboðið verður javnan eftirmett og tillagað, bæði saman við børnum, teimum ungu og í mun til tann tørv starvsfólk og ikki minst leiðarin síggja.
Leiðarin hevur ábyrgdina av bæði strategiskari og dagligari leiðslu av Virkishúsinum, Garasjuni og – í samstarvi við skúlan – eisini Virkisbreytini. Høvuðsuppgávan er at tryggja dygd, menning og støðufesti í einum tilboði, sum hevur stóran týdning fyri trivnað og lívsgóðsku hjá børnum og ungum í Vága kommunu.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at leiða starvsfólkini, at menna námsfrøðiliga virksemi, at tryggja eina
fullgóða fíggjarstýring, at skapa gott samband og samstarv við viðkomandi partar, umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur. Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum.
Tú kemur at standa á odda fyri einum toymi á uml. 13 starvsfólk, samsvarandi 3,5 ársverk, og tú verður ein virkin partur av leiðslutoyminum fyri barna- og ungdómsøkið í kommununi.
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur viðkomandi útbúgving
- hevur leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving (ikki krav, men ein fyrimunur),
- hevur førleikar og hug at ganga á odda í fakligari menning og dygd,
- hevur góð evni at samskifta og samstarva við foreldur, skúla og aðrar aktørar,
- hevur innlit í fyrisiting og fíggjarstýring
Starvið verður sett frá 1. juli 2025 ella eftir nærri avtalu.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist er mikudagin 18. juni 2025.
Umsókn við prógvi, lívssøgu, møguligum viðmælum og barnaváttan skal sendast við at trýsta her.
Fá meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Dorthea Højgaard Dam, Trivnaðarleiðara á telefon 794445, ella við telduposti: [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald