Lýsing

Leiðari til Messuna í Sørvági

Hevur tú hug til at verða fyrsti leiðarin í nýggja sjóvinnusavninum og mentanarhúsinum, Messan í Sørvági?

2026-01-23 12:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Messan varð tikin alment í nýtslu 11. Januar 2026, og hevur nú tørv á einum framfýsnum og ábyrgdarfullum leiðara at seta kós, skapa innihald og tryggja at Messan er eitt livandi og sjónligt mentanarhús.

Endamálið við Messuni er at varðveita gamalt træskip og gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni, sum við orðum, myndum og framsýningum í einum livandi umhvørvi vil økja tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag.

Messan er sjálvsognarstovnur, og nýggi leiðarin skal, í tøttum samstarvið við nevnd og øðrum samstarvspørtum, skipa virksemi og seta eina visjón fyri húsið.

Høvðusuppgávurnar eru at

  • Skipa virksemi í húsinum í samband við útleigan av húsinum, kalendara o.s.v.
  • Taka stig til, og bjóða húsið fram til áhugaverd og viðkomandi tiltøk
  • Umboða húsið alment
  • Verða til taks, tá ið húsið er í brúk
  • Lýsa við húsinum, framleiða kunningartilfar o.a.

Førleikakrøv og eginleikar

  • Viðkomandi útbúgving innan tænastu, mentan, marknaðarføring, leiðslu ella líknandi.
  • Royndir at arbeiða við leiðslu er ein fyrimunur.
  • Duga væl at málbera seg skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Góðar teldu og miðla førleikar
  • Vera skapandi, kveikjandi og duga at síggja møguleikar
  • Vera fyrikomandi og á jaligan hátt megna at samstarva og samskifta við brúkarar av húsinum
  • Nýhugsandi í mun til inntøkumøguleikar hjá húsinum
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert røkin og skipa/ur
  • Megnar at arbeiða í skiftandi arbeiðistíðum, vikuskifti og kvøld kann koma fyri.

Vit kunnu bjóða tær

  • Góðar arbeiðisumstøður
  • Frælsi at arbeiða sjálvstøðugt og leggja gerandisdagin til rættis
  • Smidiligar arbeiðistíðir
  • Ábyrgdarfult starv

Um tú ynskir at hoyra meira um starvið kann tú venda tær til Eron Debes, tlf. 553401 – teldupostur: [email protected] ella til Kári Thorsteinsson, tlf. 215559 – teldupostur: [email protected]

Send eina umsókn við prógvi, lívrensli og møguligum viðmælum til [email protected] og viðmerk Leiðari Messan.

Umsóknin skal vera innkomin í seinasta lagi 5. februar 2026 kl. 1200.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og verður lønt eftir avvarðandi sáttmála. Starvið verður sett frá 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder