Førleikar:
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur koyrikort til bólk C
- kranaskeið upp til 25 t/m
- ert røkin og vísur arbeiðssemi
- kann arbeiða sjálvstøðugt, og í einum toymi
- til tíðir hevur møguleika fyri at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
Løn og setanarviðurskifti
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Umsókn og nærri upplýsingar
Søk á alfred.fo vanganum hjá kommununi við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, ella við at senda við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til::
Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. september 2023.
Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Ragnar á Presttrøðni, arbeiðsformann, við at ringja á tlf.: +298 794555 ella á teldupost: [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald