Vinna

Landsvegurin úr Gásadali til Leynar er í tipp topp standi

Nú uppundir løgtingsvalið verður nógv tosað um hvørjum standi landsvegakervið er í.

Eitt hol er í vegnum beint sum tú kemur úr Gásadalstunlinum til Gásadals

Eitt hol er í vegnum beint sum tú kemur úr Gásadalstunlinum til Gásadals

2022-11-30 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Av tí at eg ikki eri samdur við teimum sum siga, at landsvegakervið er í sera vánaligum standi, so gjørdi eg mær í dag tann ómak, at fara til Gásadals og koyra til rundkoyringina í Leynum, fyri at kannað, hvørjum standi landsvegirnir í Vágum eru í.

Eg byrjaði at koyra úr Gásadali, kom skjótt fram á eitt hol, sum krevur ábøtur, tað var beint áðrenn eg fór í Gásadalstunilin (Sí myndina), annars vóru onkur smá hol, á vegastrekkinum Bøur - Sørvágur, sum tó ikki órógvaðu koyringina, harafturat var eitt hol við Fútaklett, einar 200 metrar frá Vágatunlinum - annars var vegurin í sera góðum standi.

Um eg skal geva stig til vegakervið í Vágum (Harí Gásadalstunilin og Vágatunilin), so haldi eg, at viðlíkahaldið av vegakervinum í Vágum eigur at fáa 10 stig av 10 møguligum stigum.

Jóanis Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder