2025-01-07 21:55

Tann 5. mai í fjør tók Árni Skaale, tinglimur fyri Fólkaflokkin, avgerð um, at klaga landsstýrismannin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti.
Landsstýrismálanevndin hevur fund í morgin klokkan 9, og er klagan frá Árna einasta mál á skránni hjá nevndini umframt at skrivað undir gerðabókina frá seinasta fundi.
So er spurningurin um nevndin kemur til nakra niðurstøðu í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald