Bogi Jacobsen, stjóri, tók ímóti, og greiddi frá søguni hjá Varðanum og Varðin Pelagic. Síðani greiddu Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri, Eyð Eidesgaard, GHTU-leiðari, Bogi Johannesen, søluleiðari, Hans Petur Joensen, fíggjarleiðari og Annika Nolsøe, menningarleiðari, frá virkseminum á virkinum - bæði tá umræður rávørugrundarlag, framleiðslu, sølu og menning.
Landsstýrismaðurin greiddi frá ætlanunum á fiskivinnuøkinum, har eitt av týðandi evnunum fevnir um virðisøking av tilfeinginum, soleiðis at so nógv fæst burturúr tilfeinginum sum gjørligt - vinnuni, fólkinum og samfelagnum at frama.
Vitjanin á Varðanum Pelagic er liður í røð, har landsstýrismaðurin vitjar vinnufyritøkur kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald