Vinna

Landsstýrismaðurin ikki kunnaður um avgerðina

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-038/2022 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni, um skerjingar á Sernámi.

2022-09-28 13:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørja heimild hevur Sernám til sjálvt at minka um virksemið innan dagstovnaøkið?


  1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um og/ella hevur góðtikið ætlaðu tillagingarnar í virkseminum frá nú og til juni 2023?


  1. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvør orsøkin er til, at starvsfólkatrotið er so stórt á Sernámi?


  1. Hvussu stóra játtan hevur Sernám fingið til at reka sítt virksemi, tíðarskeiðið 2019-2022 og hvussu stóra játtan er ætlanin at veita stovninum í 2023?


  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við at tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernámi at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað?


Svar
Til 1
: Tillagingin í virkseminum hjá Sernámi eru framdar av stjóranum innan fyri leiðslurættinum, við tilvísing til støðuni sum stovnurin er í, vegna mangul upp á starvsfólk.


Til 2: Avgerðin at skerja virksemi á dagstovnaøkinum er ikki kjølfest politiskt.


Landsstýrismaðurin varð ikki kunnaður, og hevur tí ikki góðtikið ætlaðu tillagingarnar av virkseminum hjá Sernámi.


Uttanríkis- og mentamálaráðið varð kunnað um tillagingina í telduposti tann 31. august 2022, altso eftir at avgerðin var tikin og send út sum teldupostur til dagstovnar og dagrøktir í Føroyum.


Til 3: Sambært stjóranum á Sernámi er trupult at fáa sett starvsfólk til fyribilssetanir, eitt nú fyri starvsfólk í farloyvi ella barsilsfarloyvi.


Harumframt hevur talið av umsøkjarum sum heild verið lækkandi seinastu árini, í samsvari við, at fleiri størv til eitt nú sálarfrøðingar eru komin innan aðrar geirar.


Til 4: Játtanin til Sernám:

(ár játtan, tús. kr.)
2019: 19.950
2020: 20.740
2021: 21.355
2022: 22.133
2023: 23.095


Til 5: Landsstýrismaðurin hevur sett í verk eina tilgongd at betra um sernámsfrøðiligu tænastuna, fyri at tryggja, at børn og ung í Føroyum á besta hátt fáa ta hjálp teimum tørvar.


Í fyrsta umfari verður hugt eftir, hvussu sernámsfrøðiligu tænasturnar eru settar saman á fólkaskúlaøkinum. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin tikið stig til m.a. at gera eina kvantitativa spurnaðarkanning. Endamálið við hesum arbeiði er at kanna og lýsa núverandi skipan av arbeiðinum, tænastum og arbeiðsmannagongdum á serøkinum, umframt at tryggja rætta raðfesting á økinum.

 

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder