
Tinganes skrivar:
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.
Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:
“Landsstýrismálanevndin kann ikki staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men er komin við einari niðurstøðu um, at hann ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær.”
Løgmaður hevur somuleiðis gjørt av, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald