
Fyrst var landsstýriskvinnan á Suðuroyar sjúkrahúsi. Endamálið við vitjanini var at fáa innlit í gerandisdagin, og umrøða møguleikar og avbjóðingar hjá sjúkrahúsinum.
Landsstýriskvinnan vitjaði tær ymsu deildirnar á Suðuroyar sjúkrahúsi og heilsaði uppá starvsfólkini.
Eftir vitjanina á Suðuroyar sjúkrahúsi heilsaði hon uppá arbeiðsbólkin og leiðslubólkin, sum skulu gera uppskot til royndarskipanir á heilsuøkinum at seta í verk í Suðuroynni.
Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður við heilsustarvsfólki og fólki í Suðuroy, skal gera uppskot um hvussu heilsutænasturnar í oynni kunnu skipast, við tí endamálið at tryggja, betra og menna heilsutænasturnar til suðuroyingar. Hetta er framhald av tí arbeiðinum, sum Margit Stórá, undanfarna landsstýriskvinna í heilsumálum, setti skjøtul á.
Eg fegnist um tað góða arbeiðið, sum heilsustarvsfólkini í Suðuroynni gera hvønn dag. Harafturat havi eg góðar vónir til arbeiðið við royndarskipanum í Suðuroynni. Tað er avgerandi, at vit halda áfram at betra og menna tænasturnar og stuðla starvsfólkunum í teirra týdningarmikla arbeiði.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Mynd: Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald