Politikkur

Landsstýrið valt limir í paragraf 6 nevndina

.

2025-01-30 08:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Landsstýrið hevur nú valt sínar tveir limir í § 6 nevndina, ið er sett at greiða spurningin um, hvørt stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Føroysku limirnir eru Bjørn Kunoy, professari í altjóða rætti, sum í løtuni er føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, ið er serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

Tað var fyrr í januar, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægstarætt um formliga at seta nevndina. Áheitanin til Hægstarætt kann lesast her.

Limirnir í nevndini
Umframt landsstýrið, ið hevur valt tvey umboð, hevur danska stjórnin valt tvey umboð og Hægstirættur trý umboð. Hægstarættarforsetin er formaður í nevndini. Nevndin hevur fylgjandi limir:

  • Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, formaður
  • Lars Hjortnæs, hægstarættardómari 
  • Jens Kruse Mikkelsen, hægstarættardómari 
  • Bjørn Kunoy (valdur av landsstýrinum)
  • Sjúrður Rasmussen (valdur av landsstýrinum)
  • Vibeke Pasternak Jørgensen, chef for Juridisk Tjeneste, Udenrigsministeriet (vald av donsku stjórnini)
  • Anders Sparholt Jørgensen, afdelingschef Justitsministeriet (valdur av donsku stjórnini)


Stutt um føroysku limirnar

Bjørn Kunoy
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. Síðani 2007 hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Hann er professari í altjóða rætti á Fróðskaparsetur Føroya og adjunkeraður professari á Georgetown University, Washington DC. Bjørn Kunoy var formaður í dansk-føroyska embætisbólkinum, sum í 2021 kannaði møguleikarnar fyri føroyskum WTO limaskapi. Bjørn Kunoy er doctor juris fra Université Paris Ouest Nanterre (2013); LLM í evropeiskum rætti frá Europakolleginum í Brugge (2005) og hevur franskt løgfrøðiligt embætisprógv frá Université Ouest Nanterre (2004).

Sjúrður Rasmussen
Sjúrður Rasmussen hevur síðani 2004 verið serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, har hann ráðgevur landsstýrinum í stýrisskipanarviðurskiftum og løgfrøðiligu viðurskiftunum við Danmark. Hann var í 1993 limur og skrivari í arbeiðsbólkinum, ið  gjørdi uppskot til endurskoðaða føroyska stýrisskipanarlóg, og var í 2004 við í føroysku sendinevndini, sum samráddist við donsku stjórnina um lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Sjúrður Rasmussen hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1982.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder