27. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 550 mió. kr., til gjaldingar.
Umframt endurfíggingina av teimum 550 mió. kr. er neyðugt at taka 350 mió. kr. afturat, fyri at taka atlit at mindstagjaldførinum. Minstagjaldførið er 15% av BTÚ og var 3,05 mia. kr. í 2022, men vaks við 350 mió. kr. til 3,4 mia. kr í 2023. Hóast brottoskuldin við hesi eyka lántøku økist, so er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldføri landskassans økist samstundis.
Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt lán á 900 mió. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.
Nýggja lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Áljóðandi rentan er 3,625%. Kursurin fyri lánið er 99,927 og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 3,651%.
Rentustøðið er hækkað nógv síðsta árið, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl, eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 900 mió.kr., ið tørvur var á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald