
Havstovan: Vanligt er at rannsóknarskipið hjá Havstovuni fær villan laks á silda- og makrelkanningum langt úti til havs, men hetta er fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á Landgrunninum.
Laksurin var kynsbúgvin rognafiskur og var 72 cm langur og vigaði 3190 gr. Rognini vóru somikið smá, at laksurin neyvan fór at gýta, men kanska heldur brúkti føroyska økið til at eta í. Kanningar hava víst, at villur laksur frá mongum ymiskum áum í Europa og enntá Kanada heldur til norðan fyri Føroyar, har hann etur seg feitan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald