2023-01-06 14:42
Gistinæturnar vóru stívliga 2.300 færri í november 2022 samanborið við sama mánað í 2021. Færri gistu eisini í september og oktober enn somu mánaðir í 2021. Heystið hevur tí verið nakað lakari hjá gistingarhúsunum í 2022 enn í 2021.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í november vóru 93% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er sama býti, sum í november í 2021.