Vinna

Læknavaktin í nýggj høli á Landssjúkrahúsinum

Flaggdagin 25. apríl kl. 8 letur Læknavaktin í nýggjum hølum í ‘gomlu forhøllini ‘ á Landssjúkrahúsinum.

2022-04-24 10:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Læknavaktin fer at halda til í somu hølum, sum ambulanta virksemið hjá rannsóknarstovuni heldur til. Alt virksemið hjá Læknavaktini fer frameftir at vera á hesum stað.


Upplatningartíðirnar hjá Læknavaktini er óbroyttar soleiðis, at Læknavaktin framvegis er opin frá kl. 16.00 til 08.00 á morgni yrkadagar, og alt samdøgrið í vikuskiftum og á halgidøgum.


Sjá annars skelting við komu á Landssjúkrahúsinum.


Gev gætur, at Læknavaktin bert er ætlað, um tú brádliga gerst sjúk/ur, ella um tú gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og har tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder