Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Mikukvøldið kl. 19:30 verður fyrra FM-finalan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr spæld í ítróttarhøllini í Kollafirði.
Við at vera nr. eitt í sjálvari landskappingini eigur SÍ heimavøll í fyrru finaluni, men vegna avmarkingarnar, sum standast av lítlu høllini í Sørvági, hevur SÍ valt sær Kollafjørð til heimavøll í finaluni.
Seinna FM-finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 29. apríl kl. 14.
Reglurnar siga, at spældir verða tveir finaludystir og hava liðini vunnið hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15, beint eftir eftir seinna dystin.
SÍ favorittur
Tað skerst ikki burtur, at SÍ millum tey flestu verður mett sum favorittur at gerast føroyameistari. Liðið tapti gaman í fyrsta landskappingardystin ímóti Fleyr, men hevur síðan vunnið hinar báðar, og eisini allar dystirnar ímóti hinum liðunum í kappingini – til seinasta leygardag, tá SÍ tapti 3-0 fyri Mjølni. Uttan at taka nakað frá Mjølni skal tó nevnast, at SÍ var merkt av, at tað ikki spældi við sterkastu manning, men tá tað veruliga geldur, so kann liðið spæla á væl hægri stigi, og í steypafinaluni 4. mars sóu vit, at Fleyr hevði ongan kjans í dystinum, sum SÍ vann sannførandi 25-17, 25-19 og 25-14, og tí er SÍ favorittur í FM-finalunum eisini.
Upp og niður hjá Fleyr
Leingi sá út til, at Fleyr uttan hóvasták skuldi taka annað finaluplássið, men eftir at hava fingið trý stig í hvørjum av teimum fyrstu seks dystunum, misti liðið stig í fimm av teimum næstu átta dystunum, og TB var um at fáa havnarkvinnur aftur, men so vann Fleyr avgerandi dystin á TB og kom aftur á slóðina, og næstseinasta sunnudag gav Fleyr SÍ rættiliga mótstøðu í næstseinasta landskappingardystinum, sum SÍ vann 3-1, og har seinasta settið endaði 33-31. Men aftur skal havast í mentu, at SÍ kanska ikki veruliga hevur spent seg út hesi seinastu umførini.
Finala nr. 201 hjá Rajko Petrovic
Sørvágs Ítróttarfelag kunngjørdi leygardagin, at Rajko Petrovic gevst sum venjari eftir seinnu FM-finaluna leygardagin, og at hann mánakvøldið hevur rundan dag sum venjari, tí tá spæla kvinnuunglingarnir hjá SÍ FM-finalu ímóti Fleyr, og hetta er sambært SÍ finala nr. 200 hjá Rajko.
Sostatt verður finalan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum mikukvøldið tveyhundraðogfyrsta finala hansara – og leygardagin eisini hansara seinasta.
FM-finalur í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
Fyrra finala: Mikudagin 26. apríl kl. 19:30 í Kollafirði
Seinna finala: Leygardagin 29. apríl kl. 14.00 í Havn
Báðir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum á https://sg.tv.fo/ras/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald