Vinna

Kvinnuhúsið 130.000 frá Lions

Kvinnuhúsið í Havn og “Liv uttan harðskap” fingu hóskvøldið handaðan ágóðan av árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn.

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, handaði hóskvøldið Fridu Jóanesarson Dam, námsfrøðingi, og0 Eyðvør Tausen Olsen, leiðara, ágóðan frá árligu ólavsøkuframsýningini.

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, handaði hóskvøldið Fridu Jóanesarson Dam, námsfrøðingi, og0 Eyðvør Tausen Olsen, leiðara, ágóðan frá árligu ólavsøkuframsýningini.

2023-10-10 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Aftur í ár vóru fólk trúgv at vitja stóru listaframsýningini, sum var í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Mong nýttu eisini høvið til at ogna sær listaverk.
Alt hetta gav so mikið gott avlop, at Lions Club Tórshavn hóskvøldið fekk handað
Kvinnuhúsinum og “Liv uttan harðskap” 130.000 krónur.
– Vit eru ómetaliga takksamar, og kemur peningurin væl við til at arbeiða víðari við at basa harðskapi í parlagi og nærsambondum, siga fegnu móttakararnir.
Ólavsøkuframsýningin í Müllers Pakkhúsi er eitt av fleiri árligum tiltøkum, sum hava til endamáls at stuðla góðum endamáli, og Lions Club Tórshavn takka fyri alla hjálp og allan stuðul.
Næst á skránni av slíkum tiltøkum er jóla- og adventstiltakið í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, og til várs koma so stórsteypadystirnir í fótbólti og stóra tulipantiltakið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder