Vinna

Kurt Madsen farin um sýn

Vit minnast Kurt Madsen við takksemi og virðing fyri slóðbrótandi virksemi hansara, Fróðskaparsetrinum og føroyska samfelagnum at frama.

2022-07-04 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sum 26 ára gamal var Kurt liðugt útbúgvin sum sivilverkfrøðingur í fastevnis-alisfrøði. Tá hevði hann fingið føroyska konu, og tey fluttu til Føroya, beint sum Kurt hevði fingið útbúgvingina.

Lestrarárið 1972/73 var hann ársvikarur á Føroya Læraraskúla, og frá august 1973 varð hann settur í fast starv har.

Á Læraraskúlanum, og seinni Námsvísindadeildini, hevur hann dugnað komandi lærarum í støddfrøði, alis- og evnafrøði og teldufrøði, eins og hann hevur staðið fyri skeiðsvirksemi í EDV sum eftirútbúgving av lærarum. Eisini hevur hann átikið sær fyrisitingarligar uppgávur, serliga í sambandi við læraraútbúgvingina.

Kurt var tó ikki bert á Læraraskúlanum. Tað var skjótt, at hann eisini varð umbiðin á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, har tey høvdu tørv á undirvísara í elektronikki, alisfrøði og seinni eisini í KT. Hann hevði arbeitt við EDV, síðani økið tók seg upp, og, sum hann skrivaði sjálvur, “Eg havi arbeitt við EDV síðani 1965 og eri sjálvvlærdur. Havi tó luttikið á ymsum skeiðum og ráðstevnum á hesum økinum (serliga við atliti at EDV innan skúlagátt).”

Í 1965 høvdu fólk ikki teldur heima, og á Danmarks Tekniske Højskole varð í 1965 settur á stovn Regnecentralen, sum skuldi taka ímóti tí fyrstu IBM 7090-telduni í Norðureuropa. So Kurt og IBM 7090 byrjaðu samstundis á Danmarks Tekniske Højskole í eini tíð, tá eingin skipað undirvísing var á hesum økinum.

Kurt varðveitti áhugan fyri teldum og søguni hjá telduni, og hann hevði m.a. framsýningar á Læraraskúlanum við gomlum teldum, sum hava verið nýttar í Føroyum.

Sigast má, at Kurt hevur havt nógvar áhugaverdar og sermerktar uppgávur við KT. Eitt nú hevur hann brúkt sínar KT-førleikar í forritan til orðabókaarbeiði og annað, serliga í samstarvi við Jeffrey Henriksen. Her kunnu nevnast orðabókin í esperanto-føroyskum, orðalistar og kvæðayvirlit.

Eitt skifti (1989-1991) arbeiddi Kurt burturav á Fróðskaparsetrinum, har hann var telduvørður umframt formaður fyri Teldudeildina, ið tá var. Eisini var hann eitt skifti vararektari á Fróðskaparsetrinum.

Á teldudeildini arbeiddi hann serliga við UNIX-skipanini, og tá Kurt í 1991 fór aftur í starvið á Læraraskúlanum, bjóðaði hann seg til at halda fram í einum 20% telduvarðastarvi á Fróðskaparsetrinum. Hetta gjørdi hann fyri m.a. at tryggja, at servitanin innan UNIX-skipanina ikki skuldi fara fyri skeyti.

Námsfrøðiliga hevur Kurt havt sera stóra ávirkan á fleiri ættarlið av lærarum. Hansara námsfrøðiliga hugsan var holistisk, hann setti fakini í ein tvørfakligan samanhang, og hann vildi, at børn skuldu royna náttúruvísindi í verki. Í seinnu helvt av 90’unum skipaði Kurt á eini ólavsøku fyri einum tiltaki fyri børnum, har tey í tryggum umhvørvi kundu sleppa at royna seg við náttúruvísindaligum royndum. Hetta var slíkt, sum kveikti forvitni og fekk børnini at undrast á, hvat mundi liggja aftan fyri tað, sum tey upplivdu.

Henda leistin menti Kurt víðari, tá hann fór í holt við at virka fyri First LEGO League í 2005 í Føroyum. Hetta er átak, sum framvegis er virkið, og sum hópur av føroyskum børnum, skúlum og lærarum hava havt gleði av – og lært eina rúgvu samstundis.

Í 1978 var Kurt við til at stovna “Felag fyri lærarar í stødd-, alis- og evnafrøði”, hvørs endamál var at menna lærugreinirnar og tann einstaka læraran. Felagið var fyri tey, ið undirvístu ella vóru undir útbúgving í nevndu lærugreinum á øllum undirvísingarstigum í landinum, frá barnagarðsstigi til universitetsstig. Felagið gav út limablað við heitinum “Sigma”, ið fyrstu ferð kom út í 1979 við Kurt sum ábyrgdarblaðstjóra. Blaðið kom út seinastu ferð í 1984.

Kurt Madsen fór frá vegna aldur í 2013 og var sostatt í starvi í 41 ár á Læraraskúlanum og Fróðskaparsetrinum.

Vit á Fróðskaparsetrinum, og tá serliga starvsfelagarnir á Námsvísindadeildini og Náttúruvísindadeildini, minnast Kurt við takksemi og virðing fyri slóðbrótandi virksemi hansara, Setrinum og føroyska samfelagnum at frama.

Erla Olsen og Hans Pauli Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder