Kunningarkvøld fyri avvarðandi hjá borgarum við sjúkuni demens
Nær: Týskvøldið tann 30. Mai 2023 kl.19.00 í venjingarhøllini á Heiminum á Sýnini
Tað gerast alsamt fleiri, sum fáa staðfest sjúkuna demens. Sjúkan rakar eisini avvarðandi, sum mangan kenna seg einsamøll og máttleys.
Hetta kvøldið verður møguleiki fyri at hoyra, hvat Alzheimersfelagið ger fyri at varpa ljós á hesa álvarsligu sjúku, og hvussu tey stuðla og hjálpa borgarum við demens og avvarðandi teirra.
Eisini eru vit so heppin, at vit hava fingið Svannu Jákupsdóttir, sum er avvarðandi, at koma og siga frá síni søgu. Hon hevur givið út eitt yrkingasavn, sum snýr seg um at vera nær einum menniskja, sum spakuliga forferst og hvørvur. Savnið viðgerð kenslur og tankar, ið fylgja við, tá ið ein av okkara næstingum alt ov ungur, gerst ólekjandi minnisveikur.
Vónandi kann hetta kunningarkvøld eisini verða við til at skapa sambond millum avvarðandi.
Eldraráðið og Vesturvón
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald