Kunningarfundur um Eldraráðið í Vágum
Komandi týskvøld, 28. februar kl. 19 verður skipað fyri kunningarfundi fyri eldri og avvarðandi í Bygdahúsinum í Miðvági um uppgávur og virksemið hjá Eldraráðnum í Vágum.
Eldraráðið í Vágum varð stovnað í 2016 í sambandi við, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið. Tá varð avgjørt, at nevndin fyri Vága Pensjónistafelag fyribils skuldi virka sum Eldraráð.
Eldraráðið skal ráðgeva stýrinum fyri heimatænastuna og eldrarøktina í øllum eldrapolitiskum spurningum, og ráðið er bindilið millum teir eldru borgararnar og kommunurnar.
Eldraráðið vil við hesum kunningarfundi koma meira á tal við tey eldru og avvarðandi í Vágum. Hetta fyri at fáa betri innlit í støðuna á eldraøkinum, so at ráðið kann virka betur eftir sínum endamáli.
Á kunningarfundinum verður eitt nú greitt frá lógini um heimatænastu og eldrarøkt, og greitt fer eisini at vera frá virkseminum hjá Eldraráðnum í Vágum. Til ber at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Á fundinum verða borgarstjórarnir í báðum kommununum hjástaddir og eisini Jóngerð M. Nielsen, stjóri fyri Vesturvón, Heimatænastuna og eldrarøktina í Vágum. Borgarstjórarnir eru báðir limir í stýrinum fyri Vesturvón.
Á kunningarfundinum verður eisini drekkamunnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald