Vinna

Kunning um vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2022

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2022 eru 3.500 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

2022-09-20 11:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 22. aug. 2022. Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.600 tons.

Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru fimm umsóknir játtaðar, sum hava fingið tillutað tey 3.500 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Av teimum fimm umsóknunum um part av tøku norðhavssildakvotuni, ið eru gingnar á møti, verður avreitt til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Tær tríggjar umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2023.


Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

Jupiter (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons

Kósin - 1.100 tons

TG Seafood - 950 tons

Varðin Pelagic - 450 tons

Jókin (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder