
HSF: Stórur áhugi er fyri dystinum, og út við 3000 áskoðarar koma at vera til dystin. Dyrnar við Tjarnir lata tí upp longu kl. 16:30. Upphiting verður í høllini, har Jens Marni fer at spæla og verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka. Har verður sjálvandi eisini møguleiki at fáa andlitsmáling og søla verður av fjepparalutum.
Kom í góðari tíð!
Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nakað av ferðslu verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð.
Hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, so vilja vit heita á, at fólk royna at savnast í fleiri bilum, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald