2023-11-22 23:29
Smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum/blinkljósum pr. hvørjar 100 metrar.
Byrjað verður hósdagin 23. november 2023 og arbeiðið heldur fram til og við mánadagin 27. november 2023, í hesum tíðarskeiði er fjørðurin avsperraður.
Vísandi til kort, so kunnu smábátar sigla innanfyri lokaðu eindirnar/ alibrúkið í Selvíkum.
Ein bátur frá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin er avsperraður.
Eru ivamál kann ringjast á tlf. 224152
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald