Vinna

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi lýst

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur lýst kunngerðina um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi, sum er komin í gildi í dag 25. januar 2023.

2023-01-25 14:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Sambært kunngerðini kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fram til 30. apríl 2023 fiska 10.920 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.


Fram til og við 17. februar 2023 kunnu føroysk skip tilsamans landa í mesta lagi 8.190 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.


Eftir 17. februar 2023 er loyvt føroyskum skipum at landa tilsamans í mesta lagi 4.000 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.


Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi kann lesast her: Kunngerðablaðið A (kunngerdaportalur.fo)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder