Lýsing

Kunngerð um at broyta  part av matr. nr. 156a

Kunngerð frá Sørvágs kommunu

2022-11-03 22:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 23.02.2022 samtykt at broyta  part av matr. nr. 156a  frá øki K landbúnaður til øki B sethús.

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru  liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá  07. 11. 2022 til 28. 11.2022 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 20.12.2022

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder