
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 26. oktober 2021 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at grótbrotið í Sandavági, matr. nr. 245b og 61b, verður broytt frá øki-F: Almenn frítíðarøki til øki-C: Vinnuendamál.
Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá týsdegnum tann 15. februar 2022 til týsdagin tann 08. mars 2022, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. mars 2022.
Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald