Eitt gamalt latínskt orð ljóðar soleiðis: ”Stat crux, dum volvitur orbis” Tað merkir: Krossurin stendur, meðan heimurin broytist: Sannleikan í hesum orði eiga vit at geva okkum far um. Ongantíð er heimurin broyttur so nógv á øllum økjum sum hesi seinastu ár tíggjuni. Tað hevur á onkran hátt verið til bata eitt nú innan læknavísindina, heilsuverkið, eisini tøknin hevur ment seg til tað betra og veri til gagns fyri menniskju. Men samstundis hevur menniskjan ongantíð, sum hesi árini. leita so nógv eftir at fáa fast undir føti, leita eftir nøkrum sum heldur. Hendur trilva seg fram eftir tí, sum er fast og trygt í einari verð, har alt tykist at ridla.
Vit taka serliga synd í teimum ungu, sum kenna tómleika og meingingsloysi í tilveruni, soleiðis sum miðlarnir fortelja okkum. Ungdómspsykiatriin sigur, at í dag møta tey ungum menniskjum í hvørs eygum týðiliga stendur skriva: Sum tað er tómt alt samalt. Er ein meining við tí heila? Kunnu vit fáa javnvág í sinni?
Ein spurnarkanning, sum nýliga er gjørd í ymiskum londum, vísir, at umleið 40 % av okkara unga fólki kennir á sær ræðslu, og tey siga beint fram: ”Heimurin er á veg móti undirgangi.” Tað eru ikki hugaligir tankar at ganga við hjá einum unglingi í byrjanini av lívinum. Hvat skulu vit svara teimum? Hvat er grøðing fyri slíka sjúku og slíkt meiningsloysi? Hin vegin eru tað tó ung menniskju, sum síggja vón og meining, og sum hava funnið ugga í gleðiboðskapinum, at har er nakað, sum er ævigt, nakð, sum heldur, tá ið alt annað svíkur.
Vit brúka krossin fyri at minna hvønn annan á, at vit eru kristin. Vert er at lata tað gamla orðið tala til okkara: ”Krossurin stendur! Krossurin heldur!” Hann er múraður fastur á sannleikans og kærleikans hellubotn. Einki útlát av CO 2 og eingin kjarnorkumáttur kunnu vika Jesu Kristi krossi! Hann er rótfestur í sjálvum hinum æviga Guði, honum, ið ikki er broyting ella umskiftingarskuggi hjá. So er heimurin ikki bara eitt rásarúm fyri tilvildarligar kreftir og óútrokniligar streymar. Mitt í áganginum stendur krossurin sum ein óvikandi súla. Har er festi fyri øll órólig og friðleys hjørtu. Krossurin verður standandi í lívi mannaættarinnar og heimssøgunnar harðastu stormum og dómum. Hann heldur í hesum lívi, og verður standandi eisini, tá ið silvurstrongurin slitnar, ja, tá verður krossurin ein brúgv til himmiríki – fastur í hesum óvissa og skiftandi heimi, men eisini fastur í ævinleikans ríki.
C. Skovgaard-Petersen sigur einastaðni soleiðis: ”Aftanfyri krossin hómast nýggjar havsbrýr, ið vit her niðri ikki kundu droymt um,”. Lat hetta vera sigursferðin í einum ótryggum og óróligum heimi.
Krossurin stendur!
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald