2022-09-22 08:00

FSF: A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Litava, sum verður á LFF Stadion í Vilnius hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í litaviska høvuðsstaðnum.
Magni Mohr er kropsligur venjari hjá føroyska liðnum, og aftaná venjingina á middegi týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Magni. Hann letur sera væl at okkara spælarum, sum hava víst høgt venjingarstig, og Magni Mohr hevur tískil góðar vónir til dystin hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald