Mentan

Krígssavnið avhendað

Í gjár varð Krígssavnið avhendað. Barakkin, sum er bygd afturat SOR-støðini, hevur sama snið, sum upprunaligu barakkirnar, ið bretar byrgdu undir seinna heimsbardaga, høvdu.

2026-05-12 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Barakkin er 160 fermetra, og umframt krígssavn kunnu nú fundarhøli og kafé og størri krígslutir hýsast í bygninginum.

SOR-støðin var ein herleiðsludepil hjá Royal Air Force undir seinna veraldarbardaga, og varð hon brúkt til at halda eyga við fíggindaligum virksemi á sjónum og í luftini. Síðani 2017 hevur bygningurin hýst Krígssavninum, og verður tað nú endurreist í sínum upprunaliga líki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder