Annað

Koyrdi á lyktapela við ATV í Vatnsoyrum

Klokkan 19:50 í gjárskvøldi hendi eitt ferðsluóhapp í Vatnsoyrum

2025-09-20 09:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 19:50 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein ATV hevði koyrt á ein lyktapela í Vatnsoyrum.

Talan var um tveir mans, sum høvdu verið eftir seyði. Báðir blivu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, og illgruni var um, at førarin hevði brotið beini. Báðir mennirnir vóru edrúir. 

Annars verður upplýst av løgreglustøðini, at tvey klipp vóru givin við Tofta skúla í gjár, tí tvey børn sótu leys í bilinum.

Í Sjóvar kommunu vóru trý klipp givin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Løgreglan máldi bilarnar til 75, 74 og 75 km/t í einum øki har loyvt er at koyra 50 km/t.

Í Runavík var ein lastbilur tikin fyri at koyra 71 km/t. 

Í nátt var ein tikin fyri at koyra ávirkaður í Klaksvík av rúsdrekka.

Ein bliur var eisini steðgaður í nátt. Tað vísti seg, at førarin hevði rúsevnir í bilinum. Tað bleiv tikið frá honum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder