Annað

Koyrdi 175 km/t í Eysturoyartunnilinum

Í gjárskvøldið máldi løgreglan ein til at koyra 175 km/t

2025-01-15 07:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár tók løgreglan fýra bilførarar, sum koyrdu meira enn hvat teir høvdu loyvi til.

Í bygdum øki á Sandi tók løgreglan ein, sum koyrdi beint undir 80 km/t. Í óbygdum øki við Runavík tók løgreglan ein, sum koyrdi 113 km/t, men tá ið løgreglan hevur trekt tað av, sum teir skuldu, so vísti tað seg, at hann var á 109 km/t. Á Argjum bleiv ein tikin fyri at koyra 79 km/t. Hesir fingu allir klipp.

Í gjárskvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein koyrdi svakt í Eysturoyartunnlinum, og hevði eisini yvirhálað bilar har. Løgreglan koyrdi tí fólk í Eysturoyartunnilin, um nú viðkomandi kom retur tann vegin. Tað vísti seg at hjálpa, tí løtu seinni tók løgreglan ein, sum koyrdi 175 km/t. Koyrikoyrti bleiv tikið frá viðkomandi, og mátti hann lata bilin standa.

Annars verður upplýst av løgreglustøðini í morgun, at ein maður datt umleið fýra metrar í stiga. Tað var eitt arbeiðsóhapp.

Í Sørvági kom fráboðan um leysar hundar. Í Steinatúni bleiv ein skuldsettur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder