2025-01-24 07:48
Klokkan 01:20 í nátt tók løgreglan ein bilførara í Norðoyartunlinum. Viðkomandi koyrdi 167 km/t. Hann slapp tí ikki at koyra víðari. Viðkomandi missur koyrikorti, og skal ein dómari taka støðu hvussu leingi hann missur koyrikorti. Bótin liggur um 5000 kr.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan í gjár um harðskap, sum var farin fram í Havn mikudagin. Annar parturin endaði á sjúkrahúsinum.
Av løgreglustøðini verður eisini upplýst, at eitt sum vindur uppá seg er stuldur í handlum. Serliga er tað í handlum har fólk sjálva skanna vørurnar inn. Tað vísur seg, at ofta skanna tey ikki allar vørurnar inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald