Korona

Koppsetingin fyri COVID-19 heystið og veturin 2022-23

Væntast kann, at COVID-19 broytir seg til eina árstíðarbundna smittu, sum vit t.d. kenna aftur frá beinkrími. Tað merkir, at vit mugu rokna við, at smittan kyknar upp aftur í heyst og vetur 2022/23. Tí fáa øll, sum eru 50 ár og eldri umframt tey, sum eru í vandabólki, nú tilboð um endurkoppseting (booster-vaksinatión)

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2022-10-04 20:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Málið við koppsetingini í heyst er at byrgja fyri álvarsomum sjúkum, innleggingum og deyða. Í Føroyum fylgja vit tilmælunum frá danska heilsustýrinum, sum mælir til, at tað er hesum báðum bólkum, tað eigur at standa í boði at fáa endurkoppseting (booster-vaksination) nú í heyst.

Hesi fáa tilboð um endurkoppseting (booster-vaksinatión) heystið og veturin 2022-23

BólkarTilboð/tilmæli
Øll 50 ár og eldriEndurkoppseting (4. prik)
Persónar yngri enn 50 ár í vandabólkiEndurkoppseting (4. prik) Sí yvirlit yvir vandabólkar her
Øll 18 ár og eldriGrundkoppseting + eina endurkoppseting (1., 2. og 3. prik)

Fólk 50 ár og eldri fáa tilboð um koppseting fyri koronu heystið og veturin 2022-23.

Framvegis verður eisini eitt tilboð til fólk yngri enn 50 ár, sum eru í vandabólki, t.d. fólk  við nógv skerdari órinsverju, sum lækni hevur mett fara at fáa gagn av koppsetingini. Á korona.fo undir “Koppseting 2022-23” kanst tú kunna teg nærri um vandabólkar.

Hvar verður koppsett?

Frameftir fer koppsetingin fyri COVID-19 fram á koppsetingarstøðunum hjá Apoteksverkinum og hjá kommunulæknunum.

Koppseting á apotekinum

Koppsetingin á apotekunum heldur fram, og tíðir verða lagdar út so hvørt eftir tørvi. Bókað tíð til koppseting í bókingarskipanini.

Á korona.fo undir “Koppseting” eru nærri upplýsingar um koppsetingarstøð og vegleiðandi upplatingartíðir til koppseting á apotekunum.

Koppseting hjá kommunulækna

Koppseting fer eisini fram hjá egnum kommunulækna. Tað ber til at bíleggja tíð til koppseting við at venda sær til kommunulæknaviðtaluna. Yvirlit yvir viðtalur sæst á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.

Øll yvir 18 ár hava framvegis tilboð um 1., 2. og 3. prik fyri COVID-19

Tey yvir 18 ár, sum enn ikki eru koppsett, hava framvegis møguleikan at verða koppsett.

Danska Heilsustýrið mælir framvegis til, at fólk, sum als ikki eru koppsett, verða koppsett við 1., 2. og 3. prikið, sjálvt um tey eisini eru yngri enn 50 ár, tí har kann vera ein ávísur vandi fyri ringari sjúku, ert tú als ikki koppsett/ur.

Vandin fyri álvarsligari sjúkugongd av COVID -19 er størri, tess eldri tú ert, tí verða tað helst fólk frá umleið 40 árum, sum fara at fáa størsta gagn av at verða koppsett. Men yngri fólk kunnu eisini fáa gagn av tí, og serliga um tey hava vansar sum t.d. varandi sjúku, ovurfiti o.a.

Børn og ung fáa ógvuliga sjáldan ringa sjúkugongd av COVID -19 við omikron-frábrigdinum, og tessvegna fara tilboð um koppseting við 1. og 2. priki til børn millum 5 og 17 ár ikki framhaldandi at vera eitt alment tilboð, men kann verða latið eftir ítøkiligari læknaligari meting.

Fylgt verður alla tíðina við gongdini, hvussu farsóttin háttar sær, og kann so statt broyta ætlanirnar, skuldi tørvur verið á tí.


COVID-19 Koppsetingarbólkurin


Almenn ráð um smittufyribyrging

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder