Tað eru fimm spurnakanningarnar til brúkarar og fýra vinnubólkar, ið eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Tær hava verið gjørdar tvær ferðir árliga síðani 2006. Nýggjastu spurnakanningarnar eru gjørdar í juni.
Í tíðini áðrenn koronufarsóttin rakti fyri góðum tveimum árum síðan, lá treystitalið í lutfalsligari støðugari legu. Treystitalið fall síðan frá 32 til -16 í kanningini á sumri í 2020, ið er størsta fall í barometrinum síðan 2006, tá ið fyrstu kanningarnar av hesum slag vórðu gjørdar. Síðan er treystitalið hækkað aftur og er nú á 29, ið er nærum á sama stigi sum áðrenn koronufarsóttin rakti.
Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær. Til hvørja av hesum fimm kanningunum ber til at finna fram nettotølini í hagtalsgrunninum fyri hvønn einstakan spurning í ymsu kanningunum.
Januar 2020 til juni 2022
2020M01 | 2020M06 | 2021M01 | 2021M06 | 2022M01 | 2022M06 | |
---|---|---|---|---|---|---|
Treystitalið | 32 | -16 | -9 | 11 | 29 | 29 |
Brúkarar/húsarhald | 5 | 0 | 7 | 10 | 5 | -5 |
Tilfeingisvinnan og annar ídnaður | 35 | -28 | -19 | 15 | 22 | 24 |
Byggivinnan | -1 | -34 | -24 | -10 | 24 | 12 |
Handilsvinnan/smásøla | 29 | 15 | 13 | 6 | 12 | 1 |
Tænastuvinnan | 53 | -13 | -7 | 9 | 57 | 65 |
Húsarhaldini gerast varnari
Ávísin fyri húsarhaldini er í hesi kanningini -5, ið er ein minking á 10 stig í mun kanningina í januar. Vit skulu heilt aftur til 2011 fyri at síggja ein lægri ávísa. Brúkarakanningin hevur sostatt víst, at føroyski brúkarin ikki hevur latið seg stórvegis ávirka av koronu, men búskaparstøðan í dag við hægri prísum ávirkar helst húsarhaldini.