2025-02-17 19:54

KOMMUNUPOLITIKARAR Á SKEIÐI Í REYKJAVÍK
Arbeiðsdagurin byrjaði tíðliga í morgun. Longu klokkan 5 stóðu øll 174 klár í Vágum at flúgva til Íslands. Ferðaætlanin gekk øll eftir vild, til vit klokkan 10 settu hol á sjálva arbeiðsskránna á Hotel Natura í Reykjavík. Tórbjørn Jacobsen, formaður Kommunufelagsins, setti skeiðið, sum er fyri nývaldar og afturvaldar kommunustýrislimir, har endamálið er at styrkja kommunustýrislimirnar í leikluti sínum sum kommunupolitikarar og at geva teimum førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, ið kommunurnar hava nú og framyvir. Endamálið er eisini at viðgera grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikaranum umframt løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikarar og fyrisiting. Eyðun Christian, stjóri í Kommunufelagnum, greiddi síðani í stuttum frá um søguna og virksemið hjá felagnum.
Fyrsti parturin í dag snúði seg um felagskommunala virksemið undir Kommunufelagnum:
• Bjarni Mortensen greiddi frá um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og virkseminum við sáttmálasamráðingum, starvsfólkaviðurskiftum, lønarlagið og starvsmeting.
• Síðani kom Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, og lýsti hvussu barnaverndin er skipað, millum annað við barnaverndartænastum kring landið. Um fosturforeldraskipanina og um Barnahúsið. Fleiri kommunupolitikarar nýttu høvið at seta spurningar.
• Camilla Henanger, leiðari í nýstovnaðu Familjutænastuni, kunnaði um tilgongdina at fáa nýggja tilboðið at virka sum fyribils royndarskipan nú í næstum. Málbólkur eru foreldur, sum ynskja hjálp til foreldraleiklutin. Tað nýggja við Familjutænastuni verður, at partur av virkseminum verður í flytandi toymi, sum arbeiðir í heiminum hjá familjunum og í teirra netverki. Toymið kann so veita viðgerð og ráðgeving í teirra gerandisdegi. Eisini fevnir Familjutænastan um eitt hús, sum veitir samdøgurviðgerð.
• SSP-ráðgevin, Daisy Iversen, segði frá um fyribyrgjandi faktorar og at arbeiða uppbyggjandi til tess at fyribyrgja kriminalitet. Málbólkur eru børn og ung.
• Talgilda heilsuskipan til kommunur er dømi um felags kommunal verkætlan, har Sigrid J. Dalsgaard er verkætlanarleiðari. Hon greiddi frá tilgongdini og teim mongu áhugabólkunum, sum hava gjørt eitt stórt og týðandi arbeiði við sera góðum úrsliti.
Hareftir var framløga hjá Eyðuni Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, um býtið millum tað felagskommunala og tað kommunala.
At enda var pallborð við borgarstjórum við yvirskipaðu yvirskriftini: “Ábyrgdarbýti og uppgávubýti millum land og kommunur og millum kommunur og kommunal samstørv. Er neyðugt við broytingum?” Við pallborðið sótu frá vinstru hesir borgarstjórar: Marita Sumberg, Viðareiðis kommuna, Ása Holm, Porkeri kommuna, Bjarni Prior, Vága kommuna, Dávur Juul, Fuglafjarðar kommuna, Kristian Oskar Hendriksen, Sands kommuna, Jógvan i Skorini, Eiðis kommuna og Karl Johansen, Klaksvíkar kommuna.
Tað tóktist lætt hjá borgarstjórunum at vísa á alskyns fyrimunir við samstørvum á fleiri økjum, til dømis skúla- og eldraøkinum, tilbúgving, læknahús, barnavernd, tannrøkt – hesi vórðu søgd at fungera óalmindiliga væl. Ein avbjóðing var søgd at vera, at kommunur eru ymiskar í stødd og fíggjarligari megi. Onkur nevndi tvungin samstørv – tá ber ikki til at fara, um mann er ósamdur, og tað kann viðhvørt vera ein vansi.
Fleiri vístu á ynski um størri eindir av røktarheimum, enn fleiri av verandi smáu við tað at her var møguleiki fyri stórum sparingum.
Spurdir, um teir høvdu boð um øki, sum framyvir samstarvast kann um, vórðu umrødd: KT-trygd, kommununet, byggimálsviðgerð í brunaviðurskiftum.
Skeiðið heldur fram í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald