Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn verður karmur um Vísindavøkuna 2023, sum byrjar fríggjamorgunin klokkan 08:30.
Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, sum á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.
Stuttar framløgur verða í Konghshøll allan dagin frá klokkan 8.30 til 15.30, einar 20 í alt.
Á Svalanum kring matstovuna Silo skipa granskarar og onnur fyri samvirknum tiltøkum, ið eru ætlað eldri skúlanæmingum og annars øllum, sum hava hug at royna seg.
Niðast í bygninginum verða eisini tiltøk fyri stór og smá. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum rúminum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum rúminum.
Kl. 15.30 verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.
Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum.
Skrá og leinkið til stroymingina eru her
Kringvarp Føroya tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.
Kelda: seetur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald