Ítróttur

Kom við móti høgu hondbóltstindunum

Hóskvøldið vísir Kringvarp Føroya dokumentarin "Móti høgum tindum", sum sigur søguna um, hvussu stóri framburðurin í føroyskum hondbólti er komin eftir fáum árum

2024-01-04 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Ítróttarsøga varð skrivað, tá ið føroyska manshondbóltslandsliðið í apríl 2023 spældi seg í EM-endaspælið fyri A-landslið, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Føroyar er nógv minsta land, sum hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl í hondbólti.

Á leiðini hagar vunnu vit á Ukraina og Rumenia, sum er trífaldur heimsmeistari í manshondbólti.

Bleiv hálvavegna flent eftir HSF

Dokumentarurin sigur søguna um, hvussu stóri framburðurin í føroyskum hondbólti er komin eftir fáum árum.

Fyri tíggju árum síðani vóru vit framvegis ongan veg komin. Menningin hevur tí verið ovurstór seinnu árini.

Men fyri tíggju árum síðani setti Hondbóltssamband Føroya sær stór mál.

Eitt var, at Føroyar innan tíggju ár skuldu í eitt stórt endaspæl fyri A-landslið.

Tá var hálvavegna flent, at tey vóru so ósmæðin.

Søgan um framburðin í føroyskan hondbólt

Í dokumentarinum fáa vit søguna um gongdina í føroyskum hondbólti hesi seinnu árini.

Sagt verður frá arbeiðssetninginum hjá Hondbóltssambandinum, ið hevur strítt seg úr húsagangi upp á tindin.

Vit fáa søguna um stóra vakstrarøkið í felagnum H71 í Hoyvík, sum er vøggan hjá fleiri av okkara bestu spælarum í dag - onkur telist í dag millum úrmælingar úti í heimi.

Vit fylgja manshondbóltslandsliðnum á leiðini til søguliga EM-endaspælið og eru við teimum á venjingarlegu í Føroyum og Íslandi í heyst.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.

Hvat: Móti høgum tindum - um føroyska hondbóltsævintýrið
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: Hóskvøldið kl. 19.25

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder