Um stovnin
Á stovninum ganga 73 børn. Vit hava 3 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og eina stovu til tey 6 ára gomlu. 23 námsfrøðingar og hjálparfólk arbeiða í Sóljugarði.
Tú verður partur av einum stovni, sum er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av tí fakligu menningini.
Tú fært ein mentor, sum tryggjar tær eina góða byrjan, har tú fær innlit og vegleiðing um, hvussu vit arbeiða í Sóljugarði. Alt hetta fært tú meira kunning um í innleiðsluskeiðnum, sum verður bjóðað øllum nýggjum starvsfólkum.
Í Sóljugarði síggja vit tað sum okkara fremstu uppgávu at skapa eina góða relatión við barnið og familjuna. Vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Arbeiðið byggir á nærveru og tekur støðið í virðisprofilinum og barnaáskoðanini hjá kommununi.
Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu.
Arbeiði okkara tekur støðið í vitan og námsfrøðiligum tiltøkum, sum vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi eru:
- TÍTT, TRAS og ICDP
- Spornámsfrøði
- Betri vinir
- Motorikvegleiðarar
- Námsfrøðilig ráðgeving
- Dygdartoymi
- Mentorskipan
- Umhugsunarfundir
Harafturat er okkara ynski at gerast ein burðardyggur dagstovnur, ið virðismetir náttúrunnar ringrás.
Vit uppliva, at tað er gott fyri børnini at umgangast og hava umsorgan fyri djórum. Í Sóljugarði hava vit eitt høsnarhús. Hønurnar eta matrestirnar, so vit sleppa undan matoyðsli, og í vár er ætlanin at gera ein kálgarð, so børnini læra, hvar ymiskur matur kemur frá.
At arbeiða í Vága kommunu
Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita ta bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.
Vága kommuna er í eini tilgongd at menna eitt dygdargott barnagarðstilboð í kommununi og í hesum sambandi er eitt barnagarðstoymi skipað. Barnagarðstoymið hevur ábyrgd av at framtíðartryggja tænastustøðið, soleiðis at tað verður lættari at vera barn, foreldur og starvsfólk í kommununi.
Til at leiða hesa tilgongd er eitt dygdartoymi sett til at hava fakligu leiðsluna á stovnunum.
Dygdartoymið hevur ábyrgdina av at menna og samskipa eitt dygdargott, lærandi umhvørvi í Sóljugarði og tryggja, at tænastur og mannagongdir støðugt dagførast, mennast og verða samskiftar hóskandi á stovninum.
Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa eina men fær vegleiðing og stuðul í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.
Løn og setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.00-17.00
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstig 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstig 2-8.
Verður tú liðug/ur í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.
Umsókn
Søk starvið her á vanganum ella við at senda umsókn saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupost til [email protected] og viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagi 30. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald