Kom á Háskúlan í Nesvík í august til desembur 2023, saman við fleiri øðrum ungum menniskjum, og fá andaliga, sálarliga og likamliga áfylling. Háskúlaskeiðið er í 18 vikur. Háskúlin í Nesvík er til tín, sum ynskir eitt hálvt ár við fjølbroyttum lærugreinum, spennandi upplivingum, ríkum løtum og uppbyggjandi samfelagi við Guð.
Á Háskúlanum verður gerandisdagurin lagdur tilrættis eftir einstaklinginum og felagsskapinum. Tann einstaki fer at kunna velja, hvat man brúkar nakað av tíðini til, meðan annað verður felags fyri øll. Andaliga verða næmingar avbjóðaði gjøgnum spennandi undirvísing og dagliga fær man eisini høvi at sita fyri seg sjálva/n, har vit geva ymiskar møguleikar at hugsavna seg. Undirvísingin leggur seg eftir at vera fjølbroytt, so tað er meira enn at lesa, lurta og skriva.
Endamál
Háskúlin hevur til endamáls at vekja ans hjá næmingum fyri andaligum, málsligum og siðmennandi virðum umframt likamligari rørslu, ítrivi og øðrum. Undirvísingin fevnir tí bæði um anda, sál og likam.
Karmar
Háskúlin er í nýggja bygninginum í Nesvík, har næmingar búgva einsamallir ella tveir saman, í kamari við egnum vesi. Eisini eru sera góðir karmar til undirvísing, ítriv, ítrótt, og tónleik.
Náttúruupplivingar í nærumhvørvinum
Ítróttur og rørsla er partur av Háskúlanum. Tá ið vit gera túrar, verður tað sjálvandi í náttúruvakra nærumhvørvinum í Sundalagnum við perlum sum Tjørnuvík, Saksun og Gjógv sum liggja tætt við. Her ber til at rógva kajak, surfa, ganga fjallatúrar og síggja Risan og Kellingina. Harafturat vitja vit onnur støð runt okkara vakra land.
Námsferð
Háskúlin ger eina námsferð, sum er við í vikukostnaðinum. Ferðin í 2023 verður til eitt av okkara grannalondum og verður bæði samansjóðandi og faklig. Bert næmingi frá at vera við, verður avsláttur givin.
Dømi: Ein vanligur dagur á Háskúlanum í Nesvík:
07.30 – 08.00: Morgunmatur/andakt
08.00 – 09.00: Still tíð
09:00 – 11.00: Undirvísing í bíbilskum evnum
11:00 – 12:00: Trúarlív og samleiki
12.00 – 13.00: Frokost
13:00 – 14:00: Føroyskt mál/mentan/miðling
14:00 – 16.00: Vallærugrein (tónleikur, ítróttur, list)
16.00 – 17.30: Frí/lesitíð/fyrireiking
17:00 – 17:30: Matbólkur ger klárt til nátturða
17:30 – 18:30: Nátturði
18.30 – Frí/kvøldhugni/kvøldseta/útitænasta
23.00 – Friður/songartíð
Tæn í nærumhvørvinum og kring landið
Háskúlin ynskir at næmingar tæna ymsastaðni í Føroyum. Tað kann bæði vera, at næmingar eru virknir, har tey koma frá, men eisini at Háskúlin ger t.d. ein vikuskiftistúr, har vit kunnu bjóða okkum at hjálpa til ungdómsmøtir, møtir og sunnudagsskúlar, ella at hjálpa prestum í samband við konfirmantlestur. Hetta er við til at menna næmingar í næstakærleika og tænastu.
Gjald og upptøka
Fyri at gerast næmingur við Háskúlan í Nesvík, skal ein hava lokið 9. floks prógv. Kostnaðurin fyri undirvísing, mat, uppihald, útferðir og tænastuferðir í Føroyum og námsferð uttanlanda eru við í vikukostnaðinum sum er kr. 1.400,- um vikuna. Áðrenn skeiðið byrjar, verður biðið um, at goldið verður eitt tilmeldingargjald á kr. 4.000,- so plássið endaliga er tryggja.
Summar kommunur stuðla næmingum at fara á háskúla. Tú kanst spyrja í tíni kommunu. Eisini fara vit at eggja missiónshúsum og kirkjum at stuðla næmingum, ið spyrja um stuðul. Tilmeldingargjaldið er ein partur av tí samlaða kostnaðinum av skeiðnum. Tilmeldingarfreisitin er 15. marts, og verða tilmeldingarnar hugdar ígjøgnum síðst í hvørjum mánaði, og váttanir sendar út.
Peningurin skal flytast á konto 9870 – 305.841.8
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald