
Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 98 børn í aldrinum 0-7 ár, og tað eru 35 starvsfólk.
Um starvið
Í starvinum kemur tú at standa fyri innkeypi og matarætlan. Tú ger millummála og somuleiðis mat til starvsfólkafundir v.m. Starvið er 20-25 t um vikuna.
Væntanir
Væntað verður at tú hevur góð samstarvsevni, og áhuga at matgerða. Somuleiðis at tú hevur áhuga í at menna eina heilsugóða kostætlan. At tú er ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningar møguleikar. At tær dámar at verða í einum umhvørvi, við nógvum børnum og vaksnum.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt spennandi arbeiðspláss
- at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
- eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
- at verða luttakandi í einum stovni í menning
Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo
Setanar-og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] seinast 03.11.22.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen leiðara, tlf 233240 ella Vivan á Stongum varaleiðara, tlf 233237.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald