
Kundi tú hugsað tær eitt arbeiði annaðhvørt vikus- kifti og nakrar dagar/kvøld mitt í viku, so er tað kanska tær vit leita eftir.
Vit bjóða fastar vaktir annaðhvørt vikuskifti og nakrar dagar mitt í viku.
Tú skalt vera yvir 18 ár, arbeiðssom/samur tænastusinnað/ur. Tú fert at arbeiða í einum toymi saman við kokkum og tænarum, sum vilja veita bestu tænastu og sum vilja eitt gott samanhald.
Løn sambært gistingarhús- og matstovusáttmála- num ella um onnur avtala verður gjørd
Send umsókn til [email protected]
Um tú hevur spurningar til starvið, vinaliga set teg í samband við Jákup Sumberg á tlf. 294005. Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Á Hilton Garden Inn Faroe Islands ganga vit høgt upp í okkara hjartaliga gestablídni, góðsku og tænastu í heimsflokki.
Hilton Garden Inn Faroe Islands er eitt gistingar- hús, ið hevur 130 kømur, matstovu, ráðstevnuhøli og vælveruøki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald