Mentan

Knapt 54.300 fólk búðu í Føroyum í februar - vøksturin er 1,2%

Fólkatalið vaks við 634 persónum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.273 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,2%, sum er eitt vet minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2023-03-15 11:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstova.fo

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum


Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 144 fólk og eini nettoflyting á 490 fólk. Talvan niðanfyri vísir millum annað lítlan vøkstur í nettoflytingini og stóra minking í burðaravlopinum samanborið við undanfarna tíðarskeið. 

feb

Nettoflytingin óbroytt

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er tí enn tann sama sum í 2020 og telur umleið 40 fólk í miðal mánaðarliga. 


Burðaravlopið minkað

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum. Gongdin í deyðatalinum hevur verið sera støðug seinastu mongu árini, men høga deyðatalið í fyrru helvt av 2022 sæst aftur í trendinum. Gongdin í føðitalinum hevur verið spakuliga minkandi síðani 2020, tá føðitalið var lutfalsliga høgt. Burðaravlopið, sum er munurin millum føðitalið og deyðatalið, er tí minkað nógv seinastu tvey árini.


Flestu kommunurnar vaksa

Fólkavøkstur var í 21 av 29 kommunum seinasta árið. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Nes kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu.  Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2022 og 2023.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

feb 2022 – feb 2023



februarmunur

20222023persónar%





Tilsamans53.63954.2736341,2
Fugloyar kommuna3843513,2
- Hattarvík1013330,0
- Kirkja283027,1
Viðareiðis kommuna352347-5-1,4
- Viðareiði352347-5-1,4
Hvannasunds kommuna416429133,1
- Depil275250,0
- Hvannasund250248-2-0,8
- Múli000-
- Norðdepil161171106,2
- Norðtoftir3300,0
Klaksvíkar kommuna5.3875.435480,9
- Klaksvík5.0115.049380,8
- Árnafjørður7668-8-10,5
- Norðoyri1341531914,2
- Ánirnar5451-3-5,6
- Mikladalur242514,2
- Trøllanes1618212,5
- Svínoy3029-1-3,3
- Húsar3635-1-2,8
- Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna14515164,1
- Haraldssund677257,5
- Kunoy787911,3
Fuglafjarðar kommuna1.6191.62670,4
- Fuglafjørður1.6071.61470,4
- Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2502.25880,4
- Leirvík1.0141.02390,9
- undir Gøtueiði333300,0
- Gøtugjógv525535,8
- Skálafjørður, Eysturkommuna4400,0
- Norðragøta658652-6-0,9
- Syðrugøta48949120,4
Nes kommuna1.4571.510533,6
- Nes, Eysturoy364376123,3
- Saltnes14815242,7
- Toftir945982373,9
Runavíkar kommuna4.2694.346771,8
- Oyndarfjørður132127-5-3,8
- Elduvík1115436,4
- Funningsfjørður6260-2-3,2
- Æðuvík109102-7-6,4
- Glyvrar442467255,7
- Lamba15616042,6
- Rituvík32032992,8
- Runavík588574-14-2,4
- Saltangará1.1081.142343,1
- Skipanes4956714,3
- Søldarfjørður373360-13-3,5
- Lambareiði9900,0
- Skála730760304,1
- Skálafjørður13113653,8
- Funningur494900,0
Sjóvar kommuna1.1461.194484,2
- Innan Glyvur9088-2-2,2
- Kolbeinagjógv333639,1
- Morskranes3632-4-11,1
- Selatrað394125,1
- Strendur948997495,2
Eiðis kommuna789810212,7
- Eiði711723121,7
- Ljósá343738,8
- Svínáir4450613,6
Sunda kommuna1.8281.83350,3
- Norðskáli33333741,2
- Oyrarbakki16416510,6
- Oyri174172-2-1,1
- Gjógv21311047,6
- Haldórsvík116115-1-0,9
- Langasandur454836,7
- Tjørnuvík4746-1-2,1
- Saksun1011110,0
- Hvalvík256254-2-0,8
- Nesvík000-
- Streymnes324334103,1
- Hósvík338320-18-5,3
Tórshavnar kommuna22.77323.0753021,3
- Kollafjørður828815-13-1,6
- Oyrareingir4538-7-15,6
- Signabøur15215974,6
- Argir2.4532.509562,3
- Tórshavn13.84514.0091641,2
- Kaldbak253246-7-2,8
- Kaldbaksbotnur98-1-11,1
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes9810688,2
- Hoyvík4.5024.591892,0
- Norðradalur109-1-10,0
- Syðradalur, Streymoy96-3-33,3
- Kirkjubøur8477-7-8,3
- Velbastaður239258197,9
- Hestur1716-1-5,9
- Koltur000-
- Nólsoy228227-1-0,4
Kvívíkar kommuna604600-4-0,7
- Kvívík38539382,1
- Leynar118115-3-2,5
- Skælingur131300,0
- Stykkið3835-3-7,9
- Válur5044-6-12,0
Vestmanna kommuna1.2551.276211,7
- Vestmanna1.2551.276211,7
Vága kommuna2.1562.182261,2
- Sandavágur9801.013333,4
- Miðvágur1.1321.129-3-0,3
- Vatnsoyrar4440-4-9,1
Sørvágs kommuna1.2371.247100,8
- Sørvágur1.1401.14550,4
- Bøur707445,7
- Gásadalur1312-1-7,7
- Mykines1416214,3
Skopunar kommuna446475296,5
- Skopun446475296,5
Sands kommuna52152210,2
- Sandur52152210,2
Skálavíkar kommuna138127-11-8,0
- Skálavík138127-11-8,0
Húsavíkar kommuna111103-8-7,2
- Dalur3733-4-10,8
- Húsavík6460-4-6,3
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna4134-7-17,1
- Skúgvoy3129-2-6,5
- Stóra Dímun105-5-50,0
Hvalbiar kommuna676661-15-2,2
- Hvalba608594-14-2,3
- Sandvík6867-1-1,5
Tvøroyrar kommuna1.7531.772191,1
- Froðba28228531,1
- Trongisvágur532529-3-0,6
- Tvøroyri850868182,1
- Ørðavík2927-2-6,9
- Ørðavíkslíð606335,0
Fámjins kommuna8278-4-4,9
- Fámjin8278-4-4,9
Hovs kommuna10010444,0
- Hov10010444,0
Porkeris kommuna319331123,8
- Porkeri319331123,8
Vágs kommuna1.3741.361-13-0,9
- Vágur1.3741.361-13-0,9
Sumbiar kommuna357343-14-3,9
- Lopra8876-12-13,6
- Sumba25525500,0
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1412-2-14,3





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder