2023-11-23 12:18
Klaverleikarin Jesper René á konsertferð í Føroyum.
Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum í Danmark og uttanlands.
Hann hevur eitt sera stórt repertoire at oysa av, so konsertskráin er ofta snikkað saman, so hon hóskar júst til staðið hann spælir.
Í Miðvágs kirkju fer hann at spæla fjølbroyttan klavertónleik: Balladir av Brahms, Nocturnir av Chopin, Estampes av Debussy og Mánalýsissonatuna hjá Beethovens.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Miðvágs kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald