
FSF: Teitur Matras Gestsson, ið seinastu tvey árini hevur tikið ímóti Løgmanssteypinum sum liðskipari hjá HB, var gestur í sjónvarpsstovuni, tá tað leygarkvøldið var kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum.
Í ár eru fimtan feløg við í kappingini um Løgmanssteypið, og tí gjørdist tað EB/Streymur, sum var fyrsta liðið úr glasbollanum, ið fór beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.
Dystirnir í 1. umfari vera hesir:
FC Hoyvík – B71
Skála – TB
B68 – ÍF
Víkingur – NSÍ
AB – FC Suðuroy
HB – KÍ
07 Vestur – B36
Av tí at kvinnulandsliðið tekur ímóti Gibraltar á Tórsvølli týsdagin 8. apríl, verða dystirnir í fyrsta umfari spældir mánadagin 7. og mikudagin 9. apríl. Júst hvørjir dystir verða spældir 7. apríl, og hvørjir verða 9. apríl, verður kunngjørt fyrst í komandi viku.
Fjórðingsfinalurnar vera spældar mánadagin 21. apríl, sum eisini er 2. páskadagur, og tá síggja dystirnir soleiðis út:
Víkingur ella NSÍ – Skála ella TB
HB ella KÍ – 07 Vestur ella B36
FC Hoyvík ella B71 – B68 ella ÍF
EB/Streymur – AB ella FC Suðuroy
Hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjadagin 31. oktobur.
Aftaná stórsteypadystin hjá kvinnum millum NSÍ og KÍ, sum verður á Tórsvølli í morgin klokkan 15:00, verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald