Vinna

KJ hevur veitt pumpuskipan til Sandoyartunnilin

Í dag, hósdagin 21. desember, verður samferðslusøga enn einaferð skrivað í Føroyum, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Vegakervið kring oyggjarnar er nógv útbygt síðstu nógvu árini, og loksins verða sandoyingar knýttir at vegakervinum í meginøkinum, og verður hetta vónandi til frama fyri mikla framgongd og øktan trivnað á Sandoynni.

Mynd: KJ

Mynd: KJ

2023-12-21 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KJ hevur veitt pumpuskipanina til Sandoyartunnilin, sum skal tryggja, at vatnið, sum lekur inn í tunnilin, verður fingið útaftur. Sjálvt um nógv er gjørt fyri at so lítið sum gjørligt lekur inn, renna umleið 2.400 tons av vatni inn um døgnið. Tilsamans 15 turrpumpur og seks dykkpumpur eru monteraðar í fimm pumpurúmum. Hesar tryggja, við stórum trygdarfaktori, at tað ikki kann koma fyri, at tunnilin fyllist við vatni. Skipanin er ein sokallað trinpumping, sum merkir, at møguleiki er at velja um vatnið skal pumpast úr botninum og niðan til Sandoynna ella ímóti Gomlurætt, og at vatnið verður samlað so ovarlaga í tunnlium sum tilber fyri at spara orku.

KJ hevur somuleiðis veitt pumpuskipanir til Norðoyatunnillin og Eysturoyartunnilin. Ólavur Asafsson Olsen, stjóri hjá KJ, sigur, at felagið hevur hollar royndir og góðan kunnleika til pumpuskipanir í undirsjóvartunnlum. “Vit hava veitt pumpuskipanir til nógvar ymiskar verkætlanir í Føroyum, og tað er til at frøðast um, at vit kunnu vera við sum veitari til slíkar stórar verkætlanir“, sigur Ólavur.

Sandoyartunnilin er 10,8 km langur, og lægsta punktið í tunnlinum er 155 metrar undir havyvirflatuni. Fyrsta skotið var latið av á sumri í 2018, og hevur tað sostatt tikið góð fimm ár at koma á mál við undirsjóvartunnlinum. Arbeiðið við pumpuskipanunum og tunnlinum sum heild hevur gingið sera væl.

Við hesum ynskir KJ sandoyingum og øllum Føroya fólki hjartaliga til lukku við undirsjóvartunnlinum, og somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eina friðsæla jólahøgtíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder