Vinna

KJ HEVUR HANDAÐ BAKKAFROSTI METSTÓRA TVÍKILJU 

Í góðveðrinum í gjár varð móttøka hildin á bryggjuni í Fuglafirði, nú Bakkafrost fekk handað metstóra tvíkilju frá KJ. Pinnamatur, prát og gott lag setti sín dám á hátíðarløtuna. Bert ein tvíkilja í hesari støddini er veitt áður frá KJ, og hon varð handað Hiddenfjord í fjør summar. Nýggja tvíkiljan hjá Bakkafrosti hevur fingið navnið Miðenni og fær heimstað í Kollafirði. 

Mynd: KJ

Mynd: KJ

2023-12-06 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


TÍÐINDASKRIV 

06/12/2023 


Tvíkiljan Miðenni er nýbygningur nummar 63 hjá KJ, og hon er 20 metrar long og níggju metrar breið. Hetta ger at hon hevur stórt og gott dekspláss, umframt at hon eisini hevur tveir skjótt arbeiðandi og máttmiklar kranar frá Palfinger, á dekkinum. Talan er um ein 90 tonsmetur krana afturi í reyv í styriborðssíðu, umframt ein 33 tonsmetur krana miðskips aftanfyri stýrihúsið. Afturat hesum hevur Miðenni eisini eitt 20 tons spæl, tríggjar trý tons koppar og ein hydrauliskan koblingsplátuhaldara, ið bøtir munandi um trygdina hjá arbeiðsmonnunum umborð. 

Av maskinútgerð er hon m.a. útgjørd við tveimum Iveco C13 motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir og tveimum bógskrúvum. Ein máttmikil 119 KVA generator veitir ravmagnsorku til allar tær elektrisku útgerðina umborð. Komandi ár verður DB útgerð eisini sett umborð á Miðenni, ið ger at tvíkiljan kann liggja still á einari knattstøðu meðan arbeitt verður. Hetta er kærkomin útgerð at hava, tá arbeitt verður á harðbalnu føroysku firðunum á hávetri. 

Viggo Johannesen, stjóri hja KJ, sigur, eftirspurningurin á stórum tvíkiljum er vaksandi. “Vit hava nú veitt tvær metstórar tvíkiljur til føroysku alivinnuna, og gongdin í føroysku og útlendsku alivinnuni gevur ábendingar um, at tørvurin á fleir slíkum tvíkiljum er vaksandi”, sigur Viggo. Hann leggur afturat, at KJ sjálvandi er tilreiðar at veita fleiri tvíkiljur til alivinnuna. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder