Ítróttur

KÍF hevur spælt seg í steypafinaluna

Tað eru 9 ár síðani KÍF seinast var í steypafinaluni

2023-02-19 17:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF tók seinnapartin ímóti StÍF í seinnu hálvfinaluni millum liðini. StÍF vann fyrru hálvfinaluna 29-27.

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og var støðan 15-15 tá ið fari var til hálvleik. 

Tað var KÍF sum kom betri út til seinna hálveik. Tá ið 10. min. vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 19-15, og tað skuldu ganga heilir 11. minuttir av seinna hálvleiki áðrenn StÍF fekk hol á tá ið teir minkaðu um munin til 19-16.

Tá ið 51. minuttir vóru leiktir av dystinum var støðan 23-21 til KÍF, og kundi tað fari báðar vegir hvør spældi seg í steypafinaluna. 

Tað var tó KÍF, sum spældi seg í steypafinaluna við at vinna 31-22

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder